Uttanlands

Heita á myndugleikarnar um at leyslata Vladimir Kara-Murza

Amnesty, ST og bretska stjórnin fordøma fongsulsrevsingina hjá russiska stríðsmanninum

Vladimir Kara-Murza í rættinum í dag (Mynd: Reuters)

Vladimir Kara-Murza í rættinum í dag (Mynd: Reuters)

2023-04-17 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Harði fongsulsdómurin hjá russiska Vladimir Kara-Murza hevur skapt øsing kring heimin.

Altjóða mannarættindafelagsskapurin Amnesty International sigur, at dómurin er "enn eitt ræðandi dømi um kúgan av sivilsamfelagnum", og Volker Türk, ST-kommisserur fyri mannarættindi, sigur, at eingin skal missa rættin til at gera brúk av sínum mannarættindum, og heitir hann á myndugleikarnir í Russlandi um at leyslata hann umgangandi, skrivar DR.

Kara-Murza, sum í dag varð dømdur 25 ára fongsul fyri landasvik, hevur í fleiri ár funnist at russisku stjórnini m.a. fyri innrásina í Ukraina, og hevur hann heitt á vesturlendskar myndugleikar um at seta í gildi revsitiltøk móti Russlandi

Bretska stjórnin hevur eisini í dag sent boð eftir russiska sendiharranum í Stórabretlandi fyri at gera honum greitt, at bretar fordøma revsingina hjá Kara-Murza, sum eisini hevur bretskan ríkisborgaraskap.

At Russland ikki vil verja grundleggjandi mannarættindi, m.a. talufrælsi, er ørkymlandi, sigur bretski uttanríkismálaráðharrin, James Cleverly sambært Reuters.

Les eisini: Russland: 25 ára fongsulsrevsing fyri landasvik

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder