Umhvørvisfelagskapurin Blue Planet Society heitir á tónleikarar um at boykotta G! festivalin í ár.
Fyrr í ár varð G! festivalurin viðmældur á top 10 lista hjá blaðnum Condé Nast Traveler, og Blue Planet Society skrivaði í vikuni soleiðis á Facebook.
- Tað sum Conde Nast Traveler ikki hevur sagt tykkum er at G! festivalurin í Føroyum verður hildin akkurát sama stað sum grindahvalar verða brutalt myrðir.
- Fat Boy Slim, Lewis Capaldi, Princess Nokia hvat træmin gera tit? Hví eru tit høvuðsnøvn á hesum tiltakinum og góðtaka hesa barbarisku djórapínsluna.
Fleiri av høvuðsnøvnunum á ársins G! festivali hava eisini fingið boð frá felagskapinum og stuðulsfólk teirra á Twitter.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald