Mentan

G! Festivalurin aftur við á top 10 lista

Amerikanska blaðið Conde Nast Traveller hevur G! Festivalin á top 10 lista yvir bestu festivalar í Evropa

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-03-22 22:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska lívstíl og ferðablaðið Conde Nast Traveller viðmælir føroyska G! Festivalin sum ein av 10 bestu festivalunum í Evropa í ár.

Við á listanum eru festivalar í m.a. Eysturríki, Bulgaria, Fraklandi, Kroatia og Bretlandi.

Um G! sigur Conde Nast Traveller millum annað:

- Hetta er staðið at fara fyri at sleppa undan stórbýarlívinum fyri at uppliva góðar tónar á einum palli av mest bergtakandi landslagnum á knøttinum.

Til ber at síggja allan listan her.

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder