
- Smittutrýstið í Danmark og í øðrum grannalondum okkara er sera stórt í løtuni. Øll smitta, sum er staðfest í Føroyum í seinastuni, er komin uttanlands til Føroya, og alt okkara samband við útheimin gongur gjøgnum Danmark. Sera nógv fólk kemur til Føroya hesar dagarnar til jóla, og tí verður enn einaferð heitt á fólk um at ansa sær serliga væl.
Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna, nú tað enn einaferð á øll, sum brúka Bussleiðina, um altíð at brúka masku og taka onnur neyðug fyrilit í mun til at forða fyri smittuspjaðing.
Les eisini: Eingin smittutilburður í gjár
Tórshavnar kommunu ger vart við, at bussførararnir kunnu nokta teimum atgongd, sum ikki brúka masku.
Meiningar og kanningar um nýstlu av masku/munnbindi
Nýstla av masku/munnbindi hevur verið nógv umrøtt seinastu mánaðirnar kring heimin. Í Danmark hevur tað í eina tíð verið eitt krav, um ein nýtir almenna ferðslu - so sum buss og tok. Peter Gøtzsche, danskur lækni og granskari, hevur í miðlunum ført fram, at hetta ikki er rætt, tí einki prógv fyri, at munnbind kunnu verja móti krímsjúkum sum covid-19.
Ein stór donsk kanning er eisini gjørd um evni, har 6.000 fólk kuttóku. Tveir bólkar av fólki vórðu kannaðir, har annar brúkti munnbind og hin ikki. Úrsltiið var, at munurin ikki var nóg stórur til at gera niðurstøðu viðvíkjandi brúkinum av munnbindi.
Les eisini: Ongi ítøkilig prógv fyri at munnbind hjálpa
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald