Uttanlands

Heitari sjógvur orsøk til stormar og skógareldar

Høvini á jørðini gerast alsamt flógvari – tað hevur stórar avleiðingar á veðurlagið

Hitin í Indiahavi var orsøk til skógareldarnar í Avstralia í vetur (Savnsmynd: EPA)

Hitin í Indiahavi var orsøk til skógareldarnar í Avstralia í vetur (Savnsmynd: EPA)

2020-04-22 15:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt yvirlit frá amerikanska stovninum NOAA, ið granskar hav- og himmalhválv, vísir, at høvini kring næstan allan knøttin vóru flógvari enn vanligt í mars mánaði.

Ársins mars hevur verið metheitur bæði á sjógvi og landi. Veðurfrøðingar óttast, at heitu heimshøvini fara at hava ávirkan á veðrið í ár, skrivar Bloomberg News.

Í miðal er hitin í høvunum 0,83 stig yvir tað vanliga. Metið var í 2016, tá máld vóru 0,86 stig yvir tað vanliga.

Hitin er ikki javnur kring allan knøttin, og serliga høvini við miðjarðarkringin eru heitari enn vanligt.

Tropisku høvini eru heitari allan vegin runt, sigur Michelle L’Heureux hjá amerikanska veðurlagsávaringarstovninum.

[object Object]
Høvini nærhendis Føroyar eru undantakið, vísir henda myndin hjá stovninum NOAA

Nøring til stormarnar
Eitt av fyribrigdunum, ið verða stýrd av heitari sjógvi eru stormarnir yvir Atlantshav, sum raka eysturstrond Amerika.

- Hitin í vatnskorpini er føði hjá stormunum, tær geva stormunum styrki. Jú heitari vatnskorpan er, tess harðari gerst stormurin, tá gongd er komin á, sigur norski veðurfrøðingurin Bjørn Samset við NRK.

Ódnin ”Harvey”, sum herjaði Texas í 2017, er eitt dømi um, hvussu heitari sjógvur styrkir stormarnar.

Tá ”Harvey” fór um meksikansku Yucatan-hálvoynna, var hann ikki so kraftmikil. Men av tí at vatnið í Karibiahavi var heitari enn vanligt tað árið, mentist ”Harvey” seg ógvusliga á veg í ein landnyðring móti Texas, og hevði tí stórar oyðileggingar við sær, tá hann rakti land í Norðuramerika.

Yvirflóð var í stórum parti av Texas og minst 68 fólk lótu lív og oyðileggingar vóru fyri 125 milliardir dollarar.

Elvdi til skógareldar í Avstralia
Høvini kunnu eisini hava ávirkan á skógareldarnar í Amazonas og Avstralia.

- Tá vatnskorpan er heit, gerst luftin heitari bæði um dagin og um náttina. Hetta økir eisini um burturguvingina (”fordampningina”, -red.). Á landi fáa vit tí hitamet og turkur og annað slag av óvanligum veðri, sigur Samset.

Eitt dømi er, at Indiahav í fjør var serliga heitt út fyri afrikansku strondina. Hetta dróg stormarnar til sín, og tað gav turkur hinu megin hav, í Avstralia. Úrslitið var ógvusligu skógareldarnar, sum tey upplivdu í Avstralia í vetur, skrivar NRK.

Eisini í Amazonas vísa granskarar á, at hitin í vatnskorpuni í tropiska Atlantshavinum hevur samband við støddirnar á skógareldunum í Amazonas.

Marsmánaðirnir í 2016, 2017, 2019 og nú í 2020 eru einastu mánaðirnir, har hitin hevur verið meira enn eitt stig celsius oman fyri tað vanliga.

Sambært Bjørn Samset hevur hitin í sjónum ávirkan á veðurlagsbroytingarnar.

- Hitin í høvunum økist javnt og samt, og vit hava sæð hópin av hitametum hesi seinastu árini, sigur hann við NRK.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder