Mentan

Heitt danskt navn aftur á Voxbotn

Tobias Rahim hevði eina rimmar konsert í Vágsbotni í 2022, og nú kemur hann aftur

Tobias Rahim framførdi á Voxbotn í 2022 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tobias Rahim framførdi á Voxbotn í 2022 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-11-22 15:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hann var á Voxbotn í 2022, og á Voxbotn í 2024 endurtekur tað seg.

Útseldar konsertir, ein hálv milliard av stroymingum á spotify, útvarpshitt omaná útvarpshitt: Danmark er av álvara fallið fyri Tobias Rahim og hansara forførandi teksti, rúsandi ljóði og fangandi visuella heimi. Tað eru vit í Føroyum eisini.

- Hesin hevur yvirtikið danska pallin á ein heilt serstakan hátt. Hann er sín egin, er óvanliga væl umtóktur í Danmark og tað er gravgangur eftir at fáa hann at spæla konsertir og - fyri fjepparar - at sleppa til hansara konsertir. Tí eru vit sera fegin um, at Tobias Rahim aftur verður við á Voxbotn 2024, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

[object Object]

Háaktuelli og eitt hitt heitasta navnið í donskum popptónleiki hevur millum annað útgivið stórhittið ‘STOR MAND’, ‘Mucki Bar’ og ‘Flyvende Faduma’. 

- Hann er satt listafólk, ið skapar sítt heilt egna rúm, har hann spælir við erligar kenslur og marksøkjandi skaldskap við øsandi, men vøkrum útrykki. Talan er um eitt frírúm har tað er pláss fyri tabu, politiskum boðskapum, veitslu, skemti, sex og ólukkuligum kærleika – alt í einum. Tað vitna hansara sera vælumtóktu sangir eisini um. 

Voxbotn 2024 verður 29. juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder