Hátíðarhald var í Svimjihøllini í Gundadali í Havn í morgun í sambandi við at Helena Mortensen nú legði frá sær, sama dag sum hon fylti sjeyti.
- Summi fara frá, tá tey eru 67. Summi taka tað sum tað kemur. Og aftur summi eru øgiliga akkurát og gevast sama dag tey fylla 70. Og soleiðis er við Helenu – hon gavst uppá dagin, nú hon fylti 70, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni í dag og leggur afturat:
- Vit trúgva ikki heilt uppá tað, men nú fáa vit at síggja – hon hevur verið fast inventar í 32 ár, so hjá mongum verður torført at venja seg við, at hon ikki er her.
- Tað verður heldur ikki so einfalt at “erstatta” Helenu – hon er perfektionist, ongin skal kunna seta fingurin á nakað, sum hon ger. So her hava tit nógv at liva upp til.
- Hinvegin hevur hon ikki gjørt so nógv um seg. Hon er mild og vinarlig yvirfyri øllum vitjandi og gongur stillisliga við hurðunum. Hon hevur lagt eitt stórt og gott arbeiði eftir seg, øll hesi árini, hon hevur starvast hjá kommununi.
- Helena hevur saman við fleiri øðrum starvsfólkum verið ein ímynd av øllum tí góða, vit kenna frá svimjihøllini – og serliga frá tykkum, sum hava drúgva starvstíð í høllini.
Annika Olsen borgarstjóri segði eisini nøkur orð í sambandið við samkomuna. Røðan kann síggjast á heimasíðuni hjá kommununi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald