Innanlands

Helgi Abrahamsen spyr um vakmyndatól

Hann vil hava at vita, um landsstýrismaðurin í lógarmálum ætlar at fylgja løgtingssamtyktini um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól, og nær eitt uppskot verður lagt fyri tingið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-08-25 14:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin vil hava at vita frá landsstýrismanninum í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, um hann ætlar sær at fylgja løgtingssamtyktini um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól, og nær eitt lógaruppskot verður lagt fyri tingið, um so er.

Í mai samtykti ein stórur meiriluti í løgtinginum eitt uppskot frá Sambandsflokkinum um at heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól á serliga útsettum støðum í býarlívinum. 

Í viðmerking til ein § 52a fyrispurning, vísir Helgi Abrahamsen á, at Bjarni Kárason Petersen í samrøðu við Sosialin fyrr í hesum mánaðinum segði, at málið ikki hevði skund, og tí vil hann hava at vita, hvat landsstýrismaðurin ætlar sær.

– Um so er, at landsstýrismaðurin ikki ætlar at fylgja løgtingssamtyktini, men heldur velur at ganga sínar egnu leiðir, er best at hann boðar frá hesum beinanvegin, soleiðis at onnur kunnu gera lógaruppskot um hetta og leggja tað fyri Løgtingið, sigur Helgi Abrahamsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder