Sum siður er, verður ólavsøkan sett við stórum tiltaki á Vaglinum seinnapartin, har røða er á skránni.
Nógv ymisk fólk hava hildið ólavsøkurøðuna gjøgnum árini - millum annað politikkarar. Í ár er tað ein, sum hevur umboðað Føroyar nógv í leiki og sum hevur serstakt heiti.
Havnarmaðurin Helgi Dam Ziska hevur leingi gjørt vart við seg í talvheiminum. Hann vísti hegni og dygdir á ungum aldri, og í 2016 gjørdist hann fyrsti føroyingurin, sum vann sær heitið sum stórmeistari í talvi.
Nýggjasta styrkismetingin, eftir árligu landsmeistarakappingarnar í talvi fyri einstaklingar í øllum Norðanlondunum eru av, vísir, at Helgi í løtuni er næstovast av teimum norðurlendsku meistarunum.
Helgi hevur tikið útbúgving á lærda háskúlanum í Edinburgh. Til dagliga er hann kredittráðgevi hjá Betri Banka.
Helgi Dam Ziska fylti 32 ár í gjár, og í dag fær hann heiðurin at seta ólavsøkuna 2023.
Hetta er eftir, at skrúðgonga við hornblásarum, ítróttafólki, býráðslimum, hestum og reiðfólki er komin oman á Vaglið. Gingið verður úr Tróndargøtu við Finsen klokkan 14.
Tað verður heæst heldur váttligt, sambært veðurforsøgnini. Kringvarpið sendir frá skrúðgonguni og setanini frá klokkan 13.55. Sí alla ólavsøkuskránna her![]()
Hallur Holm setti ólavsøkuna í 2021 (Mynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald