![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tær matstovur og serliga tey skeinkingarstøð, sum í dag bíðaðu eftir at fáa at vita, hvussu leingi tey sleppa hava opið komandi tíðirnar, fingu ikki nakað nágreiniligt svar í dag.
Tað verður nevniliga ikki staðfest í lóg, hvussu hesi støð sleppa at hava opið, meðan vandi er fyri at verða smittaður við korona.
Í staðin varð uppskot latið løgtinginum, sum skal heimila Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, at avmarka vanligu upplatingartíðirnar við kunngerð.
Millum tey sjey uppskotini, ið vórðu løgd fyri tingið í dag, var eisini eitt uppskot til broyting í sonevndu Matstovulógini, hvørs rætta navn er Løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi.
Skotið verður upp, at landsstýrismaðurin fyribils og í avmarkað tíðarskeið kann avmarka vanligu upp- og afturlatingartíðirnar og at hann eisini kann áseta mest loyvda tal av gestum.
Skotið verður upp, at henda lógin fer úr gildi aftur 31. mars næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald