Uttanlands

Hellið verður allarhelst ferðafólkaatdráttur

Tailendski forsætisráðharrin væntar, at ferðafólk fara at streyma til helli

2018-07-10 12:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Síðani 23. juni hevur eitt fótbóltslið við 12 dreingjum og venjara teirra verið innibyrgdir í eini helli í norðara parti av Tailandi. Í dag verða seinastu dreingirnir og venjarin væntandi bjargaðir.

Men hellan verður neyvan gloymt. Tailendski forsætisráðharrin Prayut Chan-o-cha segði í dag, at hann væntar, at Chiang Rai øki, har hellan er, verður heimskent.

Tailendski forsætisráðharrin segði, at hellan fer at verða ein týdningarmikið ferðafólkaatdráttur, og at tí varð neyðugt hjá myndugleikunum at gera hana klára og trygga, so at ferðafólk kunnu vitja, skrivar CNN.

Forsætisráðharrin segði eisini, at myndugleikarnir hava ikki havt serliga holla vitan um hvussu helli sær út, men eftir stóru bjargingaratsóknina, vita tey nú nógv meir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder