Mentan

Helst sleppur Koks at halda fram fyribils

Friðingarnevndin skal viðgera nýggja umbøn frá festibóndanum um at broyta friðingina

Nýggi bygningurin til vinstru á myndini er trupulleikin hjá Koks (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Nýggi bygningurin til vinstru á myndini er trupulleikin hjá Koks (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-08-06 13:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt bendir á, at stjørnukrýnda matstovan Koks kann halda fram við Gjónna við Leynarvatn eisini eftir 1. september, sum annars var freistin frá Yvirfriðingarnevndini at gevast við matstovuvirkseminum har.

Hetta váttar Henrik Møller, sorinskrivari, og formaður í Yvirfriðingarnevndini.

Fyri útvarpinum á middegi váttaði hann, at tað er komin ein umsókn um at broyta friðingina fyri køksbygningin, sum er trupulleikin í løtuni, tí hesin bygningur ikki lýkur treytirnar í friðingini av økinum. Tað er festibóndin á økinum, sum hevur borið fram ynski um at fáa friðingina broytta.

Henrik Møller sigur, at friðingarmyndugleikarnir nú fara at viðgera hesa umsóknina, og meðan málið verður viðgjørt, kann Koks halda fram við núverandi virksemi, eisini eftir 1. september, segði Henrik Møller við útvarpið.

Við tað, at málið skal viðgerast í bæði lokalu friðingarnevndini og Yvirfriðingarnevndini, kann roknast við, at viðgerðin av málinum tekur minst tveir mánaðir.

Les eisini: Bygningurin, sum kom ístaðin fyri henda kassan, er trupulleikin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder