Uttanlands

Helst trolarar ið eru orsøk til vánaligt internet

Staðfest eru tvey brek á samskiftiskaðlar í Grønlandi

(Savnsmynd: Tele Greenland)

(Savnsmynd: Tele Greenland)

2019-01-23 16:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Møguliga er tað ein trolari, ið er orsøk til at nógv fólk í Grønlandi í hesum døgum uppliva vánaligt internetsamband.

Tað upplýsir grønlendska telefelagið, Tele-Post, í einum tíðindaskrivi í dag.

- Vit vilja minna trolarar á, at sjókaðalarnir eru avmerktir á kortunum, og at fiskifør tí skulu vísa varðsemi, tá tey eru nærhendis. Talan er um viðkvæmt infrakervi av týdningi fyri tjóðina, og trupult er at bøta um skaðarnar, sigur Jonas Hasselriis, tøkni- og kt-stjóri hjá Tele-Post, sambært blaðnum Sermitsiaq.

Tað ber ikki til at siga við vissu, at tað er ein trolari, ið er orsøkin til skaðarnar. Men hetta verður kannað nærri.

Tele-Post váttar, at talan nú er um tvey slit á internetsambandinum umvegis sjókaðal í Grønlandi. Millum jólanna slitnaði sambandið millum Nuuk og Qaqortoq og nú er eitt brot staðfest á kaðalinum sunnan fyri Sisimiut eisini.

Jonas Hasselriis sigur við Sermitsiaq, at tey nú, saman við veitaranum, arbeiða við at finna skip, ið kann bøta kaðalin aftur, men tað kann ganga ein tíð, tí skipið er upptikið av øðrum uppgávum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder