Bæði Joe Biden og Bernie Sanders, kappingarneytar at gerast demokratiskt forsetavalevni, biðla nú til kvinnurnar. Í gjár hittust teir til sjónvarpskjak á sjónvarpsstøðini CNN.
Tíðliga í sendingini lovaði Joe Biden, at hann ætlaði at velja eina kvinnu til varaforsetavalevni, men hann nevndi ikki nakað navn.
Sanders segði at hann eisini umhugsaði tað sama, men lovaði einki, skrivar NRK.
- Tað finnast nógvar kvinnur, sum eru egnaðar at gerast varaforseti. Tí fari eg at velja eina kvinnu at vera mín ”running mate”, segði Biden.
Sanders fekk eisini saman spurning, men var meira varðisligur.
- Tað snýr seg ikki bara um at tilnevna eina kvinnu, men tað má vera ein progressiv kvinna. Tað eri eg heilt við uppá, segði Sanders.
Bæði Biden og Sanders hildu undir kjakinum í gjárkvøldið, at var sloppin sera illa burtur úr handfaringini av korona-kreppuni.
Báðir eru teir til reiðar at seta hervaldið inn í stríðið, og Biden nevndi eisini, at herurin kundi staðið fyri bygging av nýggjum sjúkrahúsum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald