
Um hálvgum fýra tíðina í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at um eitt ferðsluóhapp við Brúnna um Streymin eysturoyarmegin við frákoyringina við Norðskála, har tveir bilar rendu saman og ein triði, ið koyrdi aftanfyri ein av hinum, eisini rendi á og fekk ein lítlan skaða.
Hetta tarnaði ferðsluni í umleið tveir tímar, og tvey fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið.
Les eisini: Samanstoytur við Streymin - ferðslan tarnað
Talan varð tíbetur bert um materiellan skaða. Løgreglan upplýsir í dag, at teir báðir bilarnir, ið fyrst rendu saman fingu stóran skaða, men at tey bæði fólkini, ið fóru við sjúkrabilinum ikki fingu tað.
Helt ikki víkiskylduna
Annar bilførarin verður revsaður fyri hendingina. Tað var tann, sum júst var komin av Streymoynni og av brúnni. Viðkomandi helt ikki av, tá hann skuldi inn á Norðskála, og rendi tí saman við bilin sum kom oman frá rundkoyringini við Norðskálatunnilin.
Hetta brotið á víkiskylduna hevur helst bót við sær og tað, at bilførarin fær eina treytaða frádøming av koyrikorti sínum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald