Tilsamans hevur Vága Floghavn tørv á at byggja flogvøllin út fyri góðar 1,3 milliardir krónur komandi árini. Hesar stóru íløgur skulu gera flogvøllin føran fyri at taka ímóti einari millión ferðandi um árið.
Longu í 2019 var fløskuhálsur á flogvøllinum, tá ferðafólkatalið fór upp um markið á 400.000 ferðandi, bert fimm ár eftir at farstøðin varð bygd. Mett verður, at ferðafólkatalið verur omanfyri 800.000 longu um 10 ár.
- Útbyggingin er alneyðug fyri at framtíðartryggja føroyska ferðasambandið við útheimin, tí flogvøllurin er longu ov lítil sum er. Ferðafólk leggja nógv eftir seg, og føroyingar hava eisini tørv á at ferðast í frítíðar- og arbeiðsørindum. Vit síggja hetta sum eina íløgu í okkara samferðslukervi, um vit við hesum íkasti til fíggingina megna at halda ferðaseðlaprísirnar á einum rímiligum stigi
Hetta sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, ið varðar av Vága Floghavn. Hann fegnast um, at helvtin av fænum í Íleggingargrunninum - góðar 350 milliónir krónur - kunnu brúkast til at byggja flogvøllin í Vágum út.
Les eisini: Íleggingargrunnurin á føroyskar hendur
Løgmálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald