Innanlands

Her er semjan

Sjúkrarøktarfrøðingarnir og Fíggjarmálaráðið gjørdust í kvøld samdir um ein trý ára sáttmála.

Tær hava sett hart ímóti hørðum seinastu tíðina, men í kvøld smílast tær. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, og Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar (Mynd: Sjukrarokt.fo)

2023-11-14 22:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Loksins funnu Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið til eina semju eftir seks vikur í verkfalli.

Sáttmálan er galdandi í trý ár.

Viðvíkjandi løn, so fara allir sjúkrarøktarfrøðingar frá 1. januar 2023 upp við 3,80 prosentum, og 4,04 prosentum um ársskiftið. 1. januar 2025 hækka øll lønarstig við 2,15 prosentum.

- Eftir avtalu við forstjóran í Sjúkrahúsverkinum, skulu allir limir okkara møta, sum vanligt, til arbeiðis frá kl 7 í morginárini 15. november, sigur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Øll semjan sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder