Tíðindafundur á skránni í Spejlsalen í kvøld.
Forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, gjørdi beinanvegin greitt fyri danska fólkinum, at støðan gerst meira og meira álvarsom í Evropa og í Danmark.
- Í Evropa hava 15 lond stongt síni long og yvir 3000 fólk eru deyð. Her í Danmark eru næstan 1000 smittað, 4 eru deyð og í løtuni eru 82 innløgd. 18 av teimum á intensiv og støðan á sjúkrahúsinum verður meira álvarsom fyri hvønn dag sum gongur. Starvsfólkini í heilsu- og almannaverkinum gera eitt risastórt arbeiði, men vandi er fyri, at tey verða yvirmødd.
Mette Frederiksen nevndi sama setning fleiri ferðir.
- Vit skulu bróta smittuketuna nú! Vit vita, at koronavirusi spreiðir seg skjótt. Her er tað so umráðandi, at hvør einstakur ger sítt. At verða heima og at annars halda frástøðu eru lyklarnir. Summi hava víst fantastiskt samfelagssinni í hesum døgum, og øll skulu taka ábyrgd, tí tað liggur á herðunum hjá okkum øllum.
Forsætisráðharrin vísti á, at tað er ein breið semja millum politisku flokkarnar í hesum málinum, og tað stórfegnast um. Hon vísti eisini á, at tað kanska eru gjørd mistøk, og tað fara tað helst eisini at verða gjørdir, men at hugburðurin hjá myndugleikunum hevur verið allatíðina verið at heldur gera ov nógv enn ov lítið - heldur ov ógvuslig tiltøk enn eingin tiltøk.
Gitt hevur verið í dag, at Danmark fer at seta útgongubann í verk, líknandi sum í Italia og í Fraklandi, men hetta hendi ikki.
Les eisini: Frakland setir útigongubann í gildi
Tey nýggjastu tiltøkini eru hesi, og koma tey í gildi í morgin, 18.03 klokkan 10.
- Tað er ikki loyvi at savnast meira enn 10 fólk - hvørki inni ella úti (Hetta kom í gildi í Føroyum í gjárkvøldið)
- Meira pláss skal vera tøkt í matvøruhandlum, so at tað ikki verða bíðirøðir. Møguleikar skulu eisini verða fyri at spritta
- Øll innandura ítróttarstøð, so sum venjingarmiðstøðir og hallir, skulu steingja
- Hárfríðkanarstovur, vøddamýkjarar, tatovørar og onnur støð har fólk koma tætt í samband við hvørt annað skulu steingja
- Barrir og onnur skeinkistøð og støð sum savna nógv fólk skulu steingja. Matstovur sleppa ikki at hava fólk inni, men kunnu hava útkoyring
- Handilsmiðstøðir skulu lata aftur - tó ikki matvøruhandlar (Í dag gjørdi matvøruráðharrin greitt, at handlarnir hava nóg mikið av vørum)
(Løgreglan verður til staðar á gøtunum í morgin, og syrgir fyri at tiltøkini verða hildin og er til reiðar at hjálpa fólki, ið ivast í teimum)
Hesi tiltøkini eru galdandi til og við 30. mars.
Metta Frederiksen kunngjørdi eisini, at meira hjálp verður givið til vinnulívið, eisini sjálvstøðug vinnurekandi, og at Fíggjarmálaráðið fer at arbeiða við hesum í morgin.
Les meira: - Eg stúri fyri støðuni í Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald