Mentan

Herborg Torkilsdóttir við nýggjum staklagi

– Aldur, bert eitt tal, vit hava eitt val, ber tær tað í huga, geva skarvin yvir, áðrenn dysturin er liðugur, ella lata gleðina ráða, syngur Herborg í nýggja staklagnum "Bert eitt tal"

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-11-05 10:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Kennur tú teg gamlan, eitt sindur slitnan, eitt sindur troyttan av tilveruni, so lurta nú.

Soleiðis sigur Herborg Torkilsdóttir, sum júst hevur givið út nýtt staklag. Nýggja lagið hjá Herborg kallast "Bert eitt tal" og handlar um júst hetta.

Herborg hevur sjálv gjørt orð og lag, og Danny Beck hevur framleitt, umframt at hann hevur innspælt gittar, bass og bodhram. Richard Sanderson spældi violin.

Herborg greiðir frá, at hon ynskti, at lagið skuldi hava eina írska kenslu yvir sær, og tað eydnaðist væl, heldur hon.

Um videolagið til "Bert eitt tal", greiðir Herborg soleiðis frá:

Tá videolagið skuldi gerast, fór eg at hugsa um eitt ótrúliga fitt og lívsbekreftandi video, sum eg av tilvild sá eina ferð á Youtube. Eitt par sum dansaði heima í eini stovu, til tónar sum onkur í familjuni hevði gjørt. Eg deildi videolagið á Facebook, og har gekk ikki long tíð, áðrenn dótturin til parið skrivaði og segði:"Hatta eru foreldur míni, Hans og Margret í Líðini." Tað vísti seg, at pápin doyði ikki so langt aftaná, hendan vakra dansin.

Eg skrivaði so til hana fyri nøkrum døgum síðan og spurdi, um eg kundi sleppa at brúka brotið í mínum videolagi, og eftir at hava prátað við mammuna, vendi hon aftur og segði ja. Tað eri eg ómetaliga takksom fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder