2023-07-13 12:41
Í gjár gav songkvinnan Herborg Torkilsdóttir út nýtt lag.
Talan er um eitt kærleikslag, ið ber heitið "Tann einasti hjá mær".
Sjálv lýsir Herbog lagið soleiðis:
– Eg havi skrivað eitt kærleikslag við íblástri frá foreldur mínum, sum feiraðu gullbrúdleyp seinasta ár. Ein sangur um kærleika millum tvey, sum velja at halda saman, eisini tá aldurnar bróta á.
Lagið er tilvita einkult, bert borið av einum akkustiskum gittari og eini violin. Danny Beck hevur framleitt og Terji Rasmussen hevur upptikið røddir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald