2020-10-27 16:48

Mánadagin 19. oktober fóru sjúkrarøktarfrøðingar og operatiónssjúkrarøktarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í verkfall. Hetta varð gjørt, eftir at semja ikki varð funnin millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.
Arbeiðssteðgurin varð víðkaður hósdagin 22 oktober, so at hann eisini fevndi um sjúkrarøktarfrøðingar á songjardeild B8 á Landssjúkrahúsinum, og aftur í gjár so at hann fevndi um B6 á Landssjúkrahúsinum - undantikið deildarleiðslu og røkt og viðgerð av palliativum sjúklingum.
Seinnapartin hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boðað frá
á arbeiðssteðgi fyri sjúkrarøktarfrøðingar frá hósdegi 29. oktober 2020 kl. 15:00 fyri. Hann fevnir um hesar sjúkrarøktarfrøðingar:
Sjúkrarøktarfrøðingar á songjardeild A3 á Landssjúkrahúsinum
Sjúkrarøktarfrøðingar á dagskurð á Landssjúkrahúsinum
Sjúkrarøktarfrøðingar á songjardeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Deildarleiðarar og varaleiðarar á nevndu deildum eru undantiknir.
Í gjár gjørdi Semingsstovnurin greitt, at hann ikki ger meira fyribils. Samráðingarnar standa í botni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald