Í dag, 23. mars, er norðurlandadagur, har norðurlond fagna samstarvinum, ið varð skjalfest henda dagin í 1962, tá ’grundlógin fyri norðurlendska samstarvið’, sonevnda Helsingforsavtalan, varð undirskrivað.
Norrøna Felagið í Føroyum hevur seinastu árini – við undantaki av nøkrum koronaraktum árum – givið eitt herðaklapp á hesum degi til persón ella felagsskap, ið hevur gjørt nakað serligt til frama fyri norrøna samstarvið.
Á lítlari samkomu í Norðurlandahúsinum í dag, varð herðaklappið handað Sláið Ring – landsfelagnum føroyskum dansi at frama.
Formaðurin, Gunnar Restorff, tók ímóti.
Grundgevingin fyri at lata herðaklappið til Sláið Ring ljóðar soleiðis:
”Sláið Ring, landsfelag føroyskum dansi at frama, hevur við síni luttøku á norðurlendskum dansi- og mentanarstevnum í Føroyum og í hinum Norðurlondunum verið við til at styrkja norðurlendskt samstarv umframt at menna og kunna um føroyskan dans, kvæðamentan og føroyskan mentanararv.
Stórur partur av hesum er gjørt í sambandi við dansistevnur, fyriskipaðar av norðurlendska felagsskapinum Nordlek, sum hevur sum endamál at menna norðurlendskan fólkadans, norðurlendska mentan og norðurlendskt samstarv yvirhøvur.
Sláið Ring er, sum ískoyti til navnið eisini sigur, landsfelag føroyskum dansi at frama, og tí eru tað tey lokalu dansifeløgini í Føroyum, ið eiga hendan heiðurin. Tað eru dansifeløgini, sum við dansi, kvæðum og dansispølum halda við líka og menna dansin, og sum við luttøku á norðurlendskum dansistevnum eru við til at styrkja norðurlendska samstarvið.
Fyri virksemi tykkara verður Ársins herðaklapp handað Sláið Ring, landsfelag føroyskum dansi at frama.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald