Fyrst í mai gjørdist greitt, at Kirkjuliga Heimamissiónin skuldi hava nýggjan formann. Eftir 13 ár í høvuðsstýrinum, harav 10 ár sum formaður, hevur Símun Persson Jacobsen avgjørt at taka seg úr høvuðsstýrinum
Les meira: Símun Persson Jacobsen gevst sum formaður
Um vikuskiftið gjørdist so greitt, at tað verður Heri Kjærbo, sum tekur við eftir Símun P. Jacobsen.
Nýggi formaðurin er als ikki nýggjur í meinigheits- og missiónsarbeiði. Um nýggja formannin skrivar Trúboðin soleiðis:
- Heri Kjærbo er 56 ára gamal og býr í Havn. Seinastu 6 árini hevur Heri verið formaður í Meinigheitshúsinum í Havn. Frá 1998 til 2006 var hann í starvi hjá Luthersku kirkjuni í Tansania og hevur áður verið í løntum starvi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini frá 2009 til 2013.
Heri Kjærbo tekur við starvinum 1. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald