Tíðliga í gjárkvøldið var umfatandi hending í høvuðsstaðnum, har sami maður framdi fleiri brotsgerðir.
Stutt áðrenn hálvgum sjey fekk løgreglan fráboðan um, at ein persónur framdi herverk á gistingarhúsi í Havn.
Vaktleiðarin vil ikki upplýsa, hvat gistingarhús talan var um. Heldur ikki meira um persónin, enn at talan er um ein mann í fjørutiárunum, sum ikki áður er kendur hjá løgregluni.
Tað var eitt kamar, sum viðkomandi ætlaði inn á. Tað er ógreitt hví: Eingin var inni á kamarinum, men maðurin royndi at sparka hurðina inn og gjørdi skaða á hurðina, durakarmin og lásið.
Tá løgreglan kom á staðið, flýggjaði brotsmaðurin í einum bili. Næstan beint aftaná rendi sami bilur á ein annan á einsrættari gøtu - mótkoyrandi royndi at bakka undan, men innbrotsmaðurin rendi beint og koyrdi síðani víðari.
Nú varð talan um eina stutta biljagstran í Havn. Meðan løgreglan koyrdi aftaná, koyrdi maðurin yvir reytt. Tað eydnaðist síðani at fáa fatur á persóninum við Gundalsvegin.
Handtøkan gekk tó ikki friðarliga fyri seg, staðfestir vaktleiðarin í morgun: Hann stríddist harðliga ímóti, framdi harðskap móti tænastumanni og verður eisini skuldsettur fyri hetta. Neyðugt var at brúka piparsprey.
Handtøkan fór fram beint fyri klokkan 19, so alt hetta er hent innan umleið hálvan tíma. Tað er óvist, hví persónurin, sum nú situr í einum kliva, fór í gongd við at royna at sparka eina hurð inn. Eftir hetta vórðu eisini fleri brot framd: Millum annað skilaleys koyring. Tað er ikki greitt, nær viðkomandi verður framstillaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald