- Fyri nøkrum døgum síðan varð herverk framt á nýggja partin av viðarlundina í Kollafirði, sum varð víðkað í vár. Viðkomandi hevur valt at klippa í hegnið hjá Tórshavnar kommunu, sum verjir og forðar seyðunum í at eta av trøunum, sum kollfirðingar í hópatali bæði frívilliga og við stórum eldhuga hava brúkt tíð og og orku til at seta niður fyri at økja um trivnaðin og felagsskapin í byggingini.
Soleiðis verður greitt frá í skrivi á Facebook-bólkinum hjá Kollfjarðarnevndini.
Har verður harmast um, at onkur hevur gjørt seg inn á hetta. Hegnið hjá kommununi varð klipt upp í fýra ymiskum støðum.
- At gera seg soleiðis inn á ognirnar hjá kommuni, sum av tí sama eru ognirnar hjá okkum øllum borgarum í Kollafirði, er hart átalavert og taka vit í Staðbundnu nevndini í Kollafirði sterka frástøðu frá.
Eitt er, at hetta er talan um herverk, tá man soleiðis ger seg inn á ognirnar hjá borgarunum í Kollafirði. Men tað er samstundis eitt álop á felagsskapin, solidaritetin og ikki minst tað frívilliga arbeiðið, sum kollfirðingar av sínum eintingum hava gjørt fyri at fríðka um og betra um umstøðurnar í bygdini, sum vit øll eru góð við, skrivar staðbundna nevndin.
Tað er ikki greitt, hví herverkið er gjørt.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald