![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Løgreglan fekk í nátt fráboðan um herverk í Viðareiðistunlinum.
Onkur hevði brotið ein rút í eini hurð í tunlinum, og viðkomandi hevði eisini latið tvær hurðar upp á neyðskápunum. Og har var okkurt gjørt so at bummarnir fóru niður. Men av tí at hetta hendi í nátt, so var ferðslan ikki stórvegis tarnað.
Løgreglan kannar nú málið, og hevur møguliga onkur spor at ganga eftir.
Eisini var sløkkiliðið boðsent til Viðareiðis í nátt. Har var ein brandalarmur farin í gongd á smoltstøðini, men tíbetur vísti tað seg, at tað ikki var eldur í.
Løgreglan hevur eisini klipt nummarplátur í nátt hjá nøkrum av teimum, sum enn ikki hava goldið vegskatt. Akstovan lat 9. oktober løgregluni 592 mál um vegskattaeftirstøður. Í nátt tók løgreglan millum 10 og 20 nummarplátur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald