Innanlands

Hervør verður næstforkvinna

28-ára gamla tingkvinnan er í gongd við sína aðru setu á tingi fyri Tjóðveldi og hevur royndir í sessinum. Hervør Pálsdóttir er tann einasta, sum er í uppskoti til eykaflokstingið leygardagin

Hervør Pálsdóttir er tingbólkaforkvinna hjá Tjóðveldi og hevur í roynd og veru verið virkandi næstforkvinna floksins hesa tingsetuna - hetta sambært nøkrum innanhýsis reglum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hervør Pálsdóttir er tingbólkaforkvinna hjá Tjóðveldi og hevur í roynd og veru verið virkandi næstforkvinna floksins hesa tingsetuna - hetta sambært nøkrum innanhýsis reglum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-01 07:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eykaflokstingiið hjá Tjóðveldi verður í morgin, leygardagin 2. november, frá klokkan 12 á Hotel Føroyum. Har verður greitt, hvør skal stjórna flokkinum víðari - hvørt Bjørt Samuelsen ella Sirið Stenberg skulu taka yvir fyri Høgna Hoydal.

Sí eisini: Tað verður Bjørt ella Sirið

Stórur spenningur er um atkvøðugreiðsluna, sum 48 ymisk fólk hava atkvøðurætt til.


Tað er tó ikki spenningur um, hvør verður nummar tvey í røðini. Hervør Pálsdóttir er tann einasta, sum er í uppskoti til tess . Hon varð tilnevnd áðrenn á midnátt týsdagin og verður Hervør endaliga vald sum næstforkvinna leygardagin seinnapartin.

Harvið er greitt, at Tjóðveldi fer at hava forkvinnu og næstforkvinnu á fyrsta sinni. Sirið Stenberg hevur verið næstforkvinna seinastu árini.

Í roynd og veru hevur Hervør Pálsdóttir verið virkandi næstforkvinna hjá Tjóðveldi hesa tingsetuna. Hetta vegna reglur floksins um, at formaður og næstforkvinna floksins ikki sita í landsstýri í senn.

- Tá gerst umboðið fyri tingbólkin í aðalstjórnini virkandi næstforfólk.

Sí eisini: Hervør er virkandi næstforkvinna í Tjóðveldi

28-ára gamla tingkvinnan varð fyrstu ferð vald inn sum blaðung í 2019. Í 2022 varð Hervør Pálsdóttir fjórðvald á Tjóðveldislistanum við 377 atkvøðum - aftanfyri Høgna Hoydal, Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg.

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder