Innanlands

Hesi kunnu gerast forfólk í Tjóðveldi

Sambært skipan Tjóðveldsins kunnu bara tey, sum eru vald í løgtingið, vera forfólk. Tað avmarkar talið til fimm fólk

Bjørt Samuelsen er næstvald hjá Tjóðveldi. Hon fekk tríggjar atkvøður færri enn fráfarni formaðurin, Høgni Hoydal (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Bjørt Samuelsen er næstvald hjá Tjóðveldi. Hon fekk tríggjar atkvøður færri enn fráfarni formaðurin, Høgni Hoydal (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-10-27 11:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bjørt Samuelsen, Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir, Annika Olsen og Dennis Holm.

Eitt av nøvnunum omanfyri verður næsta leygardag nýtt forfólk í Tjóðveldi. Høgni Hoyal boðaði í vikuni frá, at hann eftir 24 ár sum formaður legði frá sær, og at eykafloksting verður 2. november.

Tá skal nýtt forfólk veljast, og sambært skipan Tjóðveldsins kunnu bara løgtingslimir, sum eru valdir, vera forfólk. Tað vil siga, at varafólk ikki kunnu vera forfólk.

- Flokstingið velur floksforfólkið. Í uppskoti kunnu bara vera teir limir floksins, sum eru valdir í løgtingið, stendur í lóg fyri Tjóðveldi.

Tjóðveldi hevur trý varafólk á tingi. Eirikur í Jákupsstovu, Liljan Weihe og Erling Eidesgaard. Tey kunnu ikki veljast til forfólk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder