Tveir línubátar, Jógvan I av Toftum og Klakkur úr Klaksvík, eru komnir við á listan yvir virkir og fyritøkur, sum eru góðkendar at flyta vørur til kinverska marknaðin.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur fingið váttað, at listin yvir føroysk fiskavirkir, frostgoymslur, verksmiðju- og frystiskip er dagførdur. 44 fyritøkur eru á listanum. Tvey nýggj skip eru komin á listan, meðan tvey onnur skip eru tikin av listanum. Eisini eru aðrar dagføringar gjørdar við adressu og navnabroytingum, skrivar heimasíðan hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Heilsufrøðiliga starvsstovan undirskrivar hvørja viku einar 70 til 80 heilsuváttanir til Kina. Talan er serliga um feskan laks, sum verður útfluttur til Kina. Tá tað kemur til frystan makrel er neyðugt at hvør bingja verður seglað av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Í 2019 vóru í alt 4.312 heilsuváttanir undirskrivaðar til Kina.
Hesi virki eru á Kina-góðkenda listanum: Kósin Seafood, Klaksvík, Northern Fish Cold Storage, Klaksvík, KG 244 Ågot, Klaksvík, KG 180 Gadus, Klaksvík, KG 689 Norðborg, Klaksvík, KG 690 Christian í Grótinum, Klaksvík, Frystihúsið í Ánunum, KG 7 Jákup B, Klaksvík, KG 14 Næraberg, Klaksvík, PP Faroe Pelagic, Kollafjørður, VN 123 Arctic Viking, Kollafjørður, Orca, Argir, P/F Samskip, Kollafjørður, Vestmanna Seafood, Vestmanna, Enniberg, TN 180, Tórshavn, Sjógæti, Norðskáli, VA 132 Eivind, Miðvágur, Varðin Pelagic, Tvøroyri, FD 10 Akraberg, Frystigoymslan, P/F Skipafelagið Føroyar, Tórshavn, Faroe Origin, Runavík, FD 454 Kambur, Tavan, Lorvík, Faroe Marine Products, Vestmanna Seafood, Vestmanna, Bakkafrost Processing, Glyvrar, TG Seafood, Hvalba, Frystigoymslan Bergfrost, Fuglafjørður, Pelagos, Fuglafjørður, Luna, Sørvágur, VA 705 Brestir, Sørvágur, VA 404 Vesturleiki, Sørvágur, Vaðhorn Seafood, Strendur, Greipan, Oyndarfjørður, O. C. Joensen, Oyri, FD 436 Varðborg, Oyri, Kappin, Oyri, Bakkafrost Processing, Glyvrar, Mowi Faroes, Strendur, Nupur, Vágur, m/s Stapin, Saltangará, Snarfrost, Miðvágur, FD 710 Jógvan I, Toftir, og KG 9 Klakkur, Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald