Byrjanin til stóru tónleikakappingina Eurovision var í kvøld, tá fyrra hálvfinalan var á skránni í bretska býnum Liverpool.
15 lond sungu um tíggju pláss í stóru finaluni, sum verður leygarkvøldið, tá tilsamans 26 lond verða við.
Víðari komu Kroatia, Moldova, Sveis, Finnland, Kekkia, Ísrael, Portugal, Svøríki, Serbia og Noregi.
Sostatt er greitt, at tey trý norðanlondini Svøríki, Finnland og Noreg øll verða við í finaluni.
Hósdagin verður seinna hálvfinalan, og tá verður føroyski Reiley við sum danskt umboð. Tá fara 16 lond at stríðast um tey síðstu 10 finaluplássini.
Sæst í KvF
Kringvarpið sendir øll trý kvøldini við Eurovision beinleiðis í sjónvarpinum. Eisini ber til hjá fólki, ið eru stødd í Føroyum, at stroyma á kvf.fo.
- Fyrra hálvfinala: Í kvøld, týsdag 9. mai, kl. 20-22.15
- Seinna hálvfinala: Hóskvøldið 11. mai kl. 20-22.15
- Finala: Leygarkvøldið 13. mai kl. 20-00.10
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald