Uttanlands

Hetland íblástur úr Føroyum til risastóra tunnilsætlan

Grønt ljós givið til fyrsta stig í eini tunnilsætlan í Hetlandi fyri góðar 5 mia. kr.

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2023-03-15 14:57 Author image
Jan Müller
placeholder
Tað var tann tíð, tá føroyingar fóru til Hetlands at læra at fiska. Nú er vent í holuni. Nú valfarta hetlendingar til Føroya at læra at byggja tunlar.

Síðani umheimurin  fekk eygað á nýggjasta føroyska undirsjóvartunnilin við fyrstu rundkoyringini nakrantíð, hava grannar okkara í Hetlandi vitjað í Føroyum - fyri at fáa íblástur til eitt spildurnýtt kapittul í hetlendskari samferðslusøgu.

[object Object]

Hetlendingar eru so mikið hugtiknir av føroysku tunnilsskipanini, ið bindur nærum allar oyggjarnar saman, at teir nú hava tikið fyrsta stig til eina risastóra tunnilsætlan, sum hevur til endamál at binda oyggjarnar í Hetlandi saman. Í dag taka tíggjutals ferjur sær av sambandinum millum oyggjarnar. Um hetta fer at verða broytt vil tíðin vísa, men skjøtil er so settur á málið. 

Umhvørvis- og samferðslunevndin í hetlendska tinginum, SIC, Shetland Island Council, gav nú um dagarnar grønt ljós til at kanna umstøðurnar rundan um eina ætlan at binda oyggjarnar saman við tunlum,   “Shetland Inter-Island Transport Connectivity report”.  Frágreiðingin er mett at kosta 7 mió. kr. og skal hon vera liðug um 18 mánaðir skrivar Shetland News. 

[object Object]

Moraig Lyall, forkvinna í nevndini sigur, at nógvir av limunum hava droymt um hesa løtuna, eftir at hava umrøtt tunnilsmálið í eina tíð.  Hon sigur, at hetta er bert fyrsta stigið í eini longri tilgongd, sum skal gera metingar um bæði framtíðar tunlar og ferjur. Hon heitir inniliga á stjóran fyri útbyggingum Niel Grant um at raðfesta fast samband millum oyggjarnar heldur enn ferjusamband. 

[object Object]

Metingar vísa, at tað fer at kosta 500 mió. pund at byggja fimm tunlar millum Unst, Yell, Bressay, Whalsay og Fetlar. Verandi kostnaður at reka ferjusambondini er 23 mió. pund um árið. Hetta hevur skotska stjórnin goldið. Haraftrat skulu brúkast millum 120 og 150 mió. pund næstu 10-15 árini til at viðlíkahalda ferjur og keypa nýggjar. Tølini skulu tó takast við fyrivarni skilst.

Ein kanning, sum varð gjørd í 2016 vísti, at ferjusamband varð bíligari enn fast samband. Í kjakinum hevur eisini verið frammi tann sannroynd, at tunlar hava eina livitíð uppá 120 ár. Tað er greitt, at millum hetlendigar eru ymsar áskoðanir um fasta sambandið, nú ferjurnar eru vorðnar ein partur av hetlendsku samferðslumentanini. 

Hetlendskir miðlar gjørdu nógv burtur úr tíðindunum, tá Eysturoyartunnilin við heimsins fyrstu rundkoyring varð tikin í brúk. Í Hetlandi hava tað eisini leingi verið røddir frammi um at læra av føroysku royndunum við undirsjóvartunlum, men tað hevur ikki verið bara sum at siga tað at fáa lokalsamfelagið at sleppa gomlu ferjumentanini, sum eisini gevur arbeiði til mangar hetlendingar. Við tunlunum fara tey arbeiðsplássini at hvørva. 

[object Object]

Men íblásturin úr Føroyum hevur eftir øllum at døma verið so mikið máttmikil, at politikarar, embætisfólk og vinnulívsfólk hava vitjað her seinasta árið fyri at kunna seg við føroyska tunnilslandslagið.

Mongu tunlarnir var so eisini nakað, sum hugtók bretska orkuserfrøðingin Gunther Newcombe, ið vitjaði her í fjør eftir innbjóðing frá FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki. Eftir at hava koyrt ígjøgnum Eysturoyartunnilin varð hann rætt og slætt ovfarin og helt, at hetta fór uttan iva at vera nakað, sum hetlendingar fór at hyggja nærri at. Men hann kundi tó eisini viðmerkja, at tað fór at taka tíð at sannføra fólk í Hetlandi um, at broytingin frá ferjum til tunlar var til teirra besta. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder