Innanlands

Hetta stikkið farið í søguna í Evropa

Allar telefonir, sum verða framleiddar til at verða seldar í ES, skulu hava sama løðarastikk, nevniliga eitt USB-C-stikk

"Lightning" stikkið hjá Apple er ikki longur loyvt í ES. Allar nýggjar telefonir skulu framyvir hava USB-C

2024-12-30 20:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein ES-fyriskipan um felags løðarastandard kom í gildi 28. desember. Tað merkir, at nógvar eindir nú mugu hava løðing við USB-C heldur enn Micro-USB ella Apple Lightning, fyri at kunna vera seldar í ES.

Talan er um eindir sum milum annað fartelefonir, teldlar, myndatól, oyramikrofonir, mýs, hátalarar og annað.

Fyri farteldur er hetta galdandi frá 28. apríl 2026, skrivar heimasíðan tek.no.

[object Object](Mynd: EPA)

Lógin hevur longu havt avleiðingar fyri Apple, sum hevur steðgað søluni av fleiri iPhone 14 og iPhone SE í Evropa. Hesar útgávuni brúkanemliga Lightning-stikkið, sum Apple hevur hildið fast við leingi.

iPhone 15 og tær Apple-telefonir, sum eru nýggjari enn tað, hava USB-C stikk.

Android-telefonir hava brúkt USB-C-løðing í áravís, og tað er eisini galdandi fyri flestu av nýggjastu telduvørunum.

[object Object](Mynd: EPA)

Orsøkin til ES-fyriskipanina við einum løðarastandardi er fyri at minka um burturkast. Brúkarin skal kunna hava fleiri tól og brúkara sama løðara, og skal sleppa undan at keypa løðarar til øll síni nýggju tól.

Tek.no skrivar, at ES áður hevur greitt frá, at fólk vanliga eiga tríggjar løðarar hvør, men brúka bara tveir teirra.

Les eisini: Apple boyggir seg - gongur við til krav um USB-C-stikk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder