Seinasti tíðindafundurin hjá landsstýrinum, sum var fríggjadagin, hevur elvt til nógv kjak, bæði í fjølmiðlunum og á sosialu miðlunum.
M.a. varð mælt frá at skipa fyri festivalum í juli og august, og boðað varð frá, at Føroyar fer at loyva fleiri ferðafólkum inn í landið frá 15. juni. Tilmælið um, at skeinkistøð skulu lata aftur klokkan 22, er framvegis galdandi, og sagt varð, at landsstýrið arbeiðir við at útvega sær heimild at steingja hesi støð eitt ávíst klokkuslett.
Nakað, sum fleiri halda vera óskiljandi er ein útsøgn hjá landsstýrismanninum í Uttanríkis- og Mentamálum, Jenis av Rana.
Fyrr í ár vórðu fleiri summarlegur, eitt nú á Zarepta, avlýstar, tí tað ikki varð mett ráðiligt at savnast til legurnar í summar, men landsstýrismaðurin segði seg halda, at tað bar til.
– Tað eigur at kunna lata seg gera, eisini í summar, undir tryggum, heilsufrøðiligum umstøðum, at skipa virksemið á legunum á ein, fyri øll, nøktandi og gevandi hátt, segði hann.
Síðan tá hevur Jenis av Rana verið fyri fleiri atfinningum fyri at loyva summarlegum at halda fram, samstundis sum festivalar verða avlýstir og skeinkistøð verða biðin um at lata aftur. Summi vilja vera við, at tað er Miðflokkurin, sum hevur strongt á fyri at avlýsa festivalar og halda skeinkistøð afturlatin. Hetta hevur Løgmaður tó víst aftur.
Les eisni: - Miðflokkurin og co hava ikki strongt á
Eisini Jenis av Rana hevur víst hetta aftur. Í dagføring á Facebook-síðuni hjá Miðflokkinum, endurgevur hann tað, sum hann hevur svarað, tá hann varð spurdur um festivalarnar og legurnar á tíðindafundinum.
– Kanska tað hjálpir onkrum at síggja, hvussu langt frá veruleikanum og sannleikanum nógv av tí, sum verður sagt um m.a. politikarar, er, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald