Uttanlands

Hevur strikað eina millión villeiðandi filmsbrot um korona

YouTube arbeiðir støðugt fyri at forða villleiðandi kunning

2021-08-26 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Netmiðilin YouTube hevur strikað meira enn eina millión videobrot við “vandamiklum og villleiðandi upplýsingum um koronavirus” síðan farsóttin byrjaði.

Tað upplýsti miðilin, sum Google eigur, í gjár sambært Ritzau.

Fleiri sosialir miðlar eru skuldsettir av politiskum leiðarum fyri ikki at vera nóg skjótir at forða fyri falstíðindum og villleiðandi upplýsingum um virus og onnur evni.

YouTube skrivar, at miðilin brúkar serfrøðingar, eitt nú frá heimsheilsustovninum WHO og amerikanska stovninum fyri sjúkueftirlit og -vernd, CDC, fyri at forða fyri villleiðing.

- Í eini heimsfarsótt eiga øll at vera vápnað við bestu kunning, sum finst fyri at verja seg sjálvan og familju sína, skrivar YouTube stjórin Neal Mohan í einum bloggi.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder