2022-10-12 12:43
Árligi heystfagnaðurin á Eiði fer av bakkastokki í kvøld. Talan er um eitt stórt tiltak, ið vanliga savnar nógv fólk og sum hevur nógv ymiskt á skránni - bæði innandura og uttandura.
FM í fletting er eitt av hæddarpunktunum á "Føroya bygdasligasta tiltakið" Hetta verður nú leygardagin, 15. oktober, og skráin er fram til og við sunnudagin.
Lagt verður út í kvøld við Heystfagnaðarguðstænastu. Tað er klokkan 18, og tað er við Johardi Jógvanssyni sum presti. Eiðis Ljómfelag spælir.
Øll skráin fyri Heystfagnaðin kann síggjast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald