Innanlands

Hildigerð Djurhuus ársins álitisfólk í Starvsmannafelagnum

Trúføst, treisk og ótroyttiliga hevur hon átikið sær uppgávuna at verja limirnarnar og teirra rættindi

2020-03-07 17:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hildigerð Djurhuus, álitisfólk á Posta, varð fyri løtu síðan á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum kosin ársins álitisfólk fyri hennara ótroyttiliga arbeiði fyri limir felagsins á Posta.

Grundgevingini frá nevndini ljóðar:

"Nevndin í Starvsmannfelagnum vil við hesum heiðra Hildigerð Djurhuus fyri arbeiði hennara sum felags álitisfólk í almenna partafelagnum Posta.

Posta er eitt arbeiðspláss, sum í fleiri ár hevur havt stórar avbjóðingar við at halda sáttmálan í starvsfólkamálum.

Hildigerð hevur í fleiri ár verið við til at verja rættindini hjá limunum undir truplum umstøðum. Trúføst, treisk og ótroyttiliga hevur hon átikið sær uppgávuna at verja limirnarnar og teirra rættindi. Hon hevur sýnt vilja og áhaldni, tá hart hevur leikað á og onnur høvdu kastað frá sær.

Fyri hetta heldur nevndin at hon uppiborið viðurkenningina sum Ársins Álitisfólk 2020.”

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder