placeholder
Innanlands

Hildnir fyri tað turra spott

Myndugleikarnir hava vitað av at Erla Kongsdóttir ikki fór at kunna leggja at í Nólsoy

Erla Kongsdóttir (Mynd: Bjartur Vest)

Erla Kongsdóttir (Mynd: Bjartur Vest)

2020-11-17 15:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í Nólsoy hava tey havt kreppufund. Ternan er til 40 ára klassing, og Jósup røkir Nólsoyarleiðina.

Ætlanin var, at nýggja stásiliga avloysaraskipið, Erla Kongsdóttir, skuldi røkja leiðina, men tað fær ikki lagt at í Nólsoy.

- Vit kunnu ikki sigla við Jósup til einaferð í næsta ár. Tað er háárstíð fyri ódnarveður, og smábørn, sum ganga í skúla í Havn tora ikki at sigla yvirum, sigur Anja Hartmann Wardum, sum rekur kunningarstovuna í Nólsoy við útvarpið.

- Skrell eru vit ikki sloppin av við í oynni. Her hevur eingin skrellibilur verið í ein heilan mánað. Um hetta heldur fram, stongir handilin í oynni eisini áðrenn vit koma inn í desember mánað, tí hann ikki fær vøru.

- At tey hava funnið uppá at bygt eitt skip, sum kemur til Føroyar og ikki kann brukast har tað skuldi brúkast, sigur Anja Hartmann Wardum.

- Skipið kann ikki brúkast, tí at havnarlagini ikki eru, sum tey skulu vera. Tað kundu tey havt sagt við okkum. Teir hava hildið okkum fyri gjøldur, at ikki at fortalt tað, at havnarlagini skulu byggjast um, tí tað er ikki nakað man bara ger uppá eina viku, sigur Anja Hartmann Wardum.

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu sigur við útvarpið, at arbeiðið skal gerast alt fyri eitt. Hon kann ikki siga nær, men sigur seg hava fingið lyfti um, at tað ber til at stoypa ein skráa, so lúkan á Erlu Kongsdóttir kann leggjast niður.

Hasfjord fer at sigla farmatúrar til Nólsoyar eftir tørvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder