Innanlands

Hildu flaggdag fyri føroyskum krígsveteranum

5. september er flaggdagur fyri veteranarnar í øllum ríkisfelagsskapinum, sum kommunurnar standa fyri. Tórshavnar kommuna skipaði í dag fyri hátíðarhaldi

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

2021-09-05 23:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Torshavn.fo: Í Føroyum eru um hálvhundrað krígsveteranar, sum hava verið útsendir í fremmand lond av danska verjumálaráðnum. 5. september er flaggdagur fyri veteranarnar í øllum ríkisfelagsskapinum, sum kommunurnar standa fyri.

Í dag var hátíðarhald í Mótttøkuhúsunum hjá Tórshavnar kommunu, har borgarstjórin var vertur. Borgarstjórin beyð vælkomin kl 16 og segði, at Móttøkuhúsið verður brúkt sum alment móttøkuhús, tá eitt nú forsetar og tey kongaligu vitja, men eisini til onnur høvi, har tørvur er á virðiligum umstøðum í ymsum sambondum.

- Eitt nú halda vit húsið sjálvsagt vera ein virðiligan karm um slíka móttøku sum hesa. Í dag hátíðarhalda vit veteranarnar. Í dag heiðra vit tey livandi og minnast tey falnu. Vit vinda flaggið á stong fyri teimum, sum komu trygt heimaftur, teimum, hvørs lív varð broytt av krígsávum, og teimum, sum ongantíð komu heim, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Í Føroyum eru um hálvhundrað krígsveteranar, sum hava verið útsendir í fremmand lond av danska verjumálaráðnum. Eisini í Grønlandi eru krígsveteranar, og 5. september er almennur flaggdagur í øllum kongaríkinum fyri øll hesi, sum harvið verða viðurkend fyri teirra innsats.

- Hesin flaggdagurin er eisini ein viðurkenning av teimum avvarðandi, teimum, ið hava staðið aftanfyri og hava stuðlað – tey hava eisini gjørt ein veldugan innsats, sum í førum hevur kostað teimum bíðan og langtan í iva - og tíverri í førum óendaliga sorg. 

- Dagurin verður hátíðarhildin Í Keypmannahavn við minningargudstænastu í Holmens kirkju, eini paradu á Christiansborg Slotsplads og øðrum tiltøkum. Harumfrat eru so lokal tiltøk aðrastaðni í kongaríkinum, m.a. í Jyllandi, Grønlandi og í Føroyum. Tað eru kommunurnar, ið standa fyri tiltøkunum.

- Fyri okkum, sum liva í tryggu Føroyum, kann vera trupult at ímynda okkum teir ræðuleikar, ið hermenn kunnu uppliva í tænastu í fremmandum londum. Tó hevur hesin veruleiki verið rættiliga týðiligur fyri okkum seinastu vikurnar, vit hava sæð vesturheimin pakka saman og rýma úr Afghanistan.

- Vit hava sæð ræðslusligin fólk, sum váða lív fyri at sleppa burtur frá harðrendum valdi, fólk, sum liva í armóð og seta alt uppá spæl fyri eina tryggari og bjartari framtíð. Hetta hava hermenn upplivað frá fyrstu parkett og tíverri hava fleiri latið lív eisini.

- Vit vita eisini, at veteranar ikki bert bera likamlig mein, men kunnu hava ræðuligar sálarligar eftirskjálvtar, sum teir og teirra avvarðandi mugu liva við alt lívið. Vit hava t.d. fleiri veteranar, sum upplivdu ræðuleikarnar í Bosnia. Tíbetur eru vit í dag opin um hetta og kunnu tosa saman og veita hjálp eftir førimuni.

- Kríggj ávirkar ikki bert tann, ið hevur verið í kríggi, men alla familjuna. Tí er tað so ómetaliga týdningarmikið, at almenningurin og politiska valdið verður væl kunnað um hesi viðurskifti, so vit kunnu veita rætta stuðulin og røttu hjálpina.

- Hetta er tykkara dagur. Hetta er okkara máti í øllum lítillætni og í takksemi at heiðra tykkum og veita tykkum viðurkenning fyri tykkara stóra innsats. Tykkara partur í stríðnum at skapa frið og tryggleika, har neyðin er størst, liggur ikki eftir, segði Heðin Mortensen, sum vegna Tórshavnar býráð veitti øllum føroyskum krígsveteranum eina hjartans tøkk fyri tykkara dirvi og megnar arbeiði fyri frælsi og friði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder