2024-08-03 10:46
Um hálvgun átta tíðina í morgun varð boðað frá grind út fyri skjótibreytina á Hjalla.
Sýslumaðurin fekk boðini, men tað vísti seg at vera talan um nísur, sum spældu sær í góða veðrinum, verður sagt av løgreglustøðini.
Hósdagin varð annars boðað frá grind vestanfyri. Fólk í Syðradali høvdu sæð grind móti vágalandinum, men tá bátar úr Miðvági fóru at leita, varð einki funnið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald