Uttanlands

Hitamet í Brasil

Máldu 44,8 hitastig í býnum Araçuaí sunnudagin

Eisini í Rio de Janeiro hevur verið nógvur hiti seinastu dagarnar (Mynd: EPA)

Eisini í Rio de Janeiro hevur verið nógvur hiti seinastu dagarnar (Mynd: EPA)

2023-11-21 09:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Brasil hava tey júst skrásett mesta hita í landinum nakrantíð. Tað hendi sunnudagin tá tey upplivdu 44,8 hitastig í býnum Araçuaí. Harvið var metið tikið, sum frammanundan var 44,7 stig, ið vórðu máld í 2005.

Tað upplýsir Inmet, sum er brasilska veðurstovan, sambært BBC.

Araçuaí er ein lítil býur, sum liggur í statinum Minas Gerais í landsynningspartinum av Brasil.

Partar av Brasil eru raktir av hitabylgju í løtuni – tó verður roknað við lægri hita í hesi vikuni. Veðurfyribrigdið El Niño, saman við veðurlagsbroytingum, er orsøkin til óvanliga veðrið, tey uppliva í løtuni, skrivar BBC. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder