Innanlands

HJ Asfalt hevði besta asfaltavrikið 2019

Tað var asfaltliðið hjá HJ Asfalt, sum vann heiðurin fyri at hava útint ársins besta asfaltavrik 2019 fyri asfaltarbeiðið á Kirkjuvegi í Klaksvík. Ársins herðaklapp fekk asfaltliðið hjá Tórshavnar kommunu

Mynd: HeinesenMyndir/Landsverk

Mynd: HeinesenMyndir/Landsverk

2020-01-25 09:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Umleið 130 fólk luttóku á Asfaltdegnum 2020, sum varð hildin á Hotel Føroyum í gjár við eini røð av framløgum um avbjóðingar og onnur viðurskifti í sambandi við asfaltvinnuna.

Í fjør vann EM Asfalt í Søldarfirði heiðurin fyri at hava gjørt besta asfaltavrik í 2018. Í ár fall hesin heiðurin til HJ Asfalt at hava framt besta asfaltarbeiði í 2019. Fyri eitt annað gott asfaltavrik í fjør fekk Asfaltliðið í Tórshavnar kommunu eitt herðaklapp.

Í grundgevingin fyri at lata HJ Asfalt heiðurin fyri besta asfaltavrik í fjør, skrivar dómsnevndin millum annað soleiðis: “Arbeiðið er sera væl gjørt. Vegurin er javnur og slættur, og vatnið rennur væl frá. Miðskoytið er pent, og endaskeitini eru væl forseglaði. Yvirgongdin til gamla vegin merkist stórt sæð ikki. Handarbeiðið við ristir og innkoyringarnar er eisini væl frágingið, og trumlað er heilt inn móti kantsteinunum”. Ársins asfaltarbeiði 2019 er gjørt á Kirkjuvegi í Klaksvík.

Fyri fyrstu ferð var eisini eitt ársins herðaklapp latið, sum asfaltliðið hjá Tórshavnar kommun fekk fyri asfaltering av Tvørgøtu í Havn. Grundgevingin er hendan: "Ársins herðaklapp fer til eitt lið, sum hevur gjørt eitt serligt arbeiði, har partur av gøtu og gongubreyt eru gjørd av nýggjum. Handarbeiðið á gongubreytini er sera væl frágingið, og skoytið móti gamla asfaltinum er væl gjørt. Samanumtikið er talan um eitt væl úr hondum greitt arbeiði."

Í dómsnevndini fyri at kjósa ársins asfaltavrik og ársins herðaklapp sótu Albert Patursson­­­, verkfrøðingur á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki, Dávur Johannesen, starvsfólk á royndarstovuni hjá Landsverki í Hundsarabotni, og Jørn Kim Larsen, undirvísari, Byggetek-Ulfborg-Kjærgaard.

Tað var stjórin á Landsverki, Sigurd L. Lamhauge, sum setti asfaltdagin, og síðani greiddu Ási Mikkelsen, tekniskur leiðari, og Patur S. Vase, góðskuleiðari, á Landsverki frá ymsum avbjóðingum í sambandi við asfaltframleiðslu.

Síðani fekk Marita S. Hentze, leiðari á Teknisku Deild í Runarvíkar kommunu, orðið, har hon lýsti tær avbjóðingar, sum kommunurnar hava í hesum sambandi. Beint eftir hana segði Jørn Kim Larsen, undirvísari Byggetek-Ulfborg-Kjærgaard í Danmark, nøkur orð um komprimering og góðsku í asfalti.

Næsta framløgan á skránni hevði heitið ”Asfaltsesongin, ella mangul upp á sama”, og tað var Páll Hansen, formaður hjá H.J. Asfalt, sum hugleiddi um hetta evnið. Síðani fekk Boði Haraldsson, rakstrarleiðari á Landsverki, orðið, og hansara framløga snúði seg um útboð av asfaltarbeiði.

Eftir døgurðasteðgin skipaði Eydna Sandberg Nielsen, verkfrøðingur á Landsverki, fyri einum samrøðupaneli við umboðum frá vinnuni. Í panelinum sótu Eyðun Magnussen, Kreton, Egil Johansen, HJ Asfalt, Edvard Mikkelsen, EM Asfalt, Jákup Enni, Articon, og Patur S. Vase, Landsverk.

Seinasta framløgan á degnum snúði seg um verkætlanir, seinkingar, sesong og loysnir, ið Mads Chr. Fejfer Jegsen, verkætlanarleiðari hjá Niras í Danmark, hugleiddi um.

Sum tað seinasta á skránni á Asfaltdegnum 2020 handaði Armgarð E. Steinhólm, leiðari á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki, heiðurslønir fyri ársins besta asfaltarbeiði og ársins herðklapp.

– Landsverk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder