Hjalmar og Dagfinn hugtóku á Ljósfest í fjør, høvdu eitt brak av eini konsert á jóansøku í ár, har teir við bólki settu lív í, og í ár verða teir aftur at hoyra á Ljósfest, sum verður í Vági í døgunum 16. - 18. august.
Tað skrivar Vágs kommuna í tíðindaskrivi.
– Teir eru kendir fyri at spæla til øll møgulig tiltøk, alt frá veitslum og undirhalds- og dansikvøldum, til tiltøk í kirkjum og tá okkurt hátíðarhald er. Fjølbroytni er ein styrki teirra, men á Ljósfest í ár lova teir eina lívliga konsert, eins og teir á jóansøku megnaðu at kveikja lív í fjøldina frá fyrstu løtu.
– Umframt egin løg, so sum Vovið av Guði og Fagri Flokkur, so fara teir saman við bólki at spæla kend løg, og at skapa eina hugnaløtu, har fólk kunnu syngja og dansa við, skrivar kommunan.
Á pallinum eru Hjalmar Magnussen (sang og guitar), og Dagfinn Olsen (bass og sang), Dánjal Jákup Wiberg Holm (trummur), og Janus Kampmann (guitar).
Onnur nøvn, sum eru kunngjørd er: Hjarnar, Marius Ziska, Ronnie og Maria, Starlight, Janus W Mortensen, Vestmenn og Froðbiar Sóknar Bluesorkestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald