Síðani fyrrapartin hevur løgreglan verið til staðar við Landsbókasavnið í Havn, har ein maður er funnin deyður.
Tá ein maður verður funnin undir umstøðum, sum vit ikki kenna, fer eitt stórt kanningararbeiði í gongd, sigur Heri Andreassen, varapolitiinspektørur, við útvarpið í kvøld.
Ein rættarmedisinari kemur til Føroya í kvøld, og hann skal kanna staðið har líkið liggur áðrenn tað verður flutt á Landssjúkrahúsið. Har skal líkskurður gerast.
Møguliga koma tveir danskir kriminalteknikarar til Føroya at hjálpa í kanningararbeiðinum eisini, veit útvarpið.
Fólk sum kunnu hava sæð okkurt ella vita okkurt, sum kann hava samband við málið, kunnu venda sær til løgregluna á telefon 114.
Myndin er tikin fyrr í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Ein partur av J.C. Svabosgøtu var stongdur eina løtu í dag, men nú er aftur koyrandi báðar vegir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald