
Hjálparpakkin hevur verið ávegis í eina tíð. Hann er serliga ætlaður til at hjálpa ferðavinnuni, ið hevur verið sera hart rakt seinastu tríggjar mánaðirnar.
Avleiðingarnar av korona fara helst at merkjast í longri tíð á ávísum økjum. Hjálparpakkarnir skulu tálma um avleiðingarnar, og nú kemur hjálparpakki 3 niðan í Løgtingið.
Tingið kemur saman klokkan 15, og har er fyrst framløga av hjálparpakkanum, ið Landstýrið hevur sitið við, á skránni. Uppskotið um eykajáttanarlóg verður eisini lagt fram í dag.
Fyribils er 1. viðgerð av hjálparpakkanum sett á skrá til fríggjadagin fyrrpartin.
Ólavasøkudagur og miðla
Formansskapurin hjá løgtinginum hevur eisini fund seinnapartin í dag og skal tosa um, hvussu tingfundurin ólavsøkudag skal skipast og gera eina reglgerð til fjølmiðlar, sum eru í tinginum. Hetta skrivnar Kringvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald