Innanlands

Hjálparpakki 4: Nú hava ferðavinnufyritøkur møguleikan at søkja

Stuðulin er tengdur at støddini av afturgongdini hjá fyritøkuni. Afturgongdin í umsetninginum skal vera í minsta lagi 40 prosent. Freistin at søkja er 1. juli.

Helgi Abrahamsen hevur í dag lýst kunngerðina. Stuðulin til lønarútreiðslur til kjarnustarvsfólk kann í mesta lagi vera fyri 10 starvsfólk við fullum starvsbrøki í hvørjari fyritøku og í mesta lagi 27.000 krónur fyri hvørt starvsfólkið um mánaðin (Mynd: Sverri Egholm)

Helgi Abrahamsen hevur í dag lýst kunngerðina. Stuðulin til lønarútreiðslur til kjarnustarvsfólk kann í mesta lagi vera fyri 10 starvsfólk við fullum starvsbrøki í hvørjari fyritøku og í mesta lagi 27.000 krónur fyri hvørt starvsfólkið um mánaðin (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-09 16:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálaráðnum, hevur í dag lýst kunngerðina sum ger tað møguligt hjá fyritøkum í ferðavinnuni at søkja um stuðul úr hjálparpakka fýra.

Hetta er ein møguleiki, ið hevur verið eftirlýstir í eina tíð. Fyritøkurnar fáa endurgjald í mun til, hvussu stór afturgongdin hevur verið. Hetta er samambært lógini ið gevur heimild til at stuðla ferðavinnufyritøkunum.

Ein fyritøka skal havt eina afturgongd í umsetninginum upp á í minsta lagi 40 prosent, fáa stuðul úr hjálparpakkanum.

Hevur afturgongdin verið millum 40 og 60 prosent er stuðulin 50 prosent av føstu útreiðslunum, og hevur afturgongdin verið millum 60 og 100 porsent, er stuðulin tríggir fjórðingar av føstu útreiðslunum.

- Sambært kunngerðini sum nú er lýst, kann stuðulin til lønarútreiðslur til kjarnustarvsfólk í mesta lagi vera fyri 10 starvsfólk við fullum starvsbrøki í hvørjari fyritøku og í mesta lagi 27.000 kr. fyri hvørt starvsfólkið um mánaðin. Fyritøkan sum fær stuðul skal grundgeva fyri, at starvsfólkini, sum stuðulin verður latin fyri, eru neyðug fyri virksemið hjá fyritøkuni, verður boðað boðað frá í skrivinum hjá landstýrismanninum

Freistin at søkja um stuðul úr hjálparpakka 4 er 1. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder