2020-03-18 17:00
Fyri løtu síðani varð atkvøtt um tey fýra tingmálini í hjálparpakkanum, sum løgtingið viðgerð í dag.
Øll málini vórðu einmælt samtykt við 19 atkvøðum fyri og uttan orðaskifti til aðru viðgerð.
Eisini við triðju viðgerð vóru øll fýra málini samtykt uttan at nakar atkvøddi ímóti.
Løgtingið er nú sett heim í óásetta tíð. Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, takkaði tinginum og serliga andstøðuni fyri, at til bar at halda tingfund í hesum serligu umstøðum, og at hesi neyðugu lógaruppskot kundu fremjast í skundi, til gagns fyri fólki alt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald