Innanlands

Hjálparpakkin kostar hálva milliard

Sera trupult er at meta um, hvat tað kostar landskassanum at seta neyðug hjálpartiltøk til tess at halda samfelagshjólini koyrandi

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum (Mynd: Sverri Egholm)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-15 18:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað kemur væntandi at kosta eina hálva milliard krónur – 500 milliónir – í fyrsta umfari at seta tiltøk í verk fyri at halda samfelagshjólunum koyrandi.

Tað upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum. Meginparturin av hesi upphædd er mistu mvg-inntøkurnar, sum skuldu verið goldnar í mai mánaði, sum væntandi snýr seg um 400 milliónir krónur.

Men hetta er ikki inntøkur, sum landskassin missir, tí meirvirðisgjaldið skal rindast kortini. Í hesum føri snýr tað seg um at útseta flytingarnar, fyri at hjálpa um likviditetin hjá fyritøkunum.

Hvat tiltøkini í als-skipanini og sjúkradagpeningaskipanini kemur at kosta, er í veruleikanum ómøguligt at meta um, segði landsstýrismaðurin, men í løtuni verður roknað við, at tað kemur at kosta kanska 100 milliónir krónur. Men henda upphæddin kann saktans gerast nógv størri – vit vita jú ikki, hvat hendir í morgin, segði Jørgen Niclasen.

Landskassans partur verður sostatt ikki so stórur, tí útgjaldið úr ALS liggur uttan fyri landskassan.

Ætlaðu lógirnar fáa gildi frá 12. mars og verða fyribils galdandi fram til 30. juni.

Arbeiðið við at gera lógirnar er ikki liðugt enn. Embætisveldið fara í gongd við neyðuga arbeiðið í morgin, og væntandi verður løgtingið kallað saman týsdagin ella mikudagin at skundviðgera lógirnar.

Skundviðgerð merkir, at tingið kann hava allar tríggjar viðgerðirnar umframt nevndarviðgerð og neyðugar atkvøðugreiðslur sama dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder