- Vit skulu lata upp fyri ferðavinnuni og minka tørvin á einum hjálparpakka, men ja vit skulu hava hjálparpakka 3.
- Hjálparpakki 3 átti langt síðani at verið komin.
- Vit skulu heilt avgjørt hava ein hjálparpakka 3 til ferðavinnuna og møguliga seinni ein hjálparpakka 4 til fiskivinnuna.
Boðini frá andstøðuni vóru greið í formansumfarinum eftir Degi og viku í gjár. Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, ásannaði, at tað helst verður neyðugt við einum hjálparpakka afturat, men sambært fíggjarmálaráðharranum verður tað einki sjálvstøkuborð.
- Vit hava givið stuðul. Eg vil siga, heldur geva møguleikar við upplating enn stuðul. Tað sær út at vera neyðugt (við hjálparpakka 3, red.), men tað verður einki sjálvtøkuborð, so leingi eg eri við, segði Jørgen Niclasen.
Tað er serliga ferðavinnan, sum hugsað verður um at hjálparpakki 3 skal fevna um, men fíggjarmálaráðharrin gjørdi greitt, at talan ikki er um, at landið rindar alt tapið orsakað av koronakreppuni.
- Tá vit tosa um fyritøkur, so skulu fyritøkur ikki halda at vit koma inn og betala teimum allar tær inntøku sum tær roknaðu at fáa. Ein og hvør fyritøka, sum hevur ligið tap av hesum her, fer at bera part av tapinum sjálv.
- Eingin má halda, at nú skal hvør barr bjargast og betalast av landinum, segði Jørgen Niclasen.
- Hjálparpakkarnir, vit hava gjørt, hava tryggjað allar tær smáu fyritøkrunar hendan mánaðin og í juni mánað. Og um ferðavinnan kann koma í gongd 1. juli, so eru boðini frá ferðavinnuni, at tey klára árið, segði landsstýrismaðurin í formansumfarinum.
Alt formansumfarið, sum var partur av Degi og viku í gjárkvøldið, sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald