Innanlands

Hjálpt fullum fólki og loyst nakrar ósemjur á ólavsøku

Eitt mál skal kannast nærri sum harðskapsmál. Annars hevur tað verið lutfalsliga friðarligt hjá løgregluni á ólavsøku, sigur vaktleiðarin

Neyðugt hevur verið hjá løgregluni at hjálpt fleiri fullum fólki upp og síðani heim. Har hava samarittar og ambulansatænastan hjálpt ógvuliga væl til, staðfestir vaktleiðarin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Neyðugt hevur verið hjá løgregluni at hjálpt fleiri fullum fólki upp og síðani heim. Har hava samarittar og ambulansatænastan hjálpt ógvuliga væl til, staðfestir vaktleiðarin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-30 07:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað vóru sum vera man nógv fólk í býnum í gjár.

Hetta staðfestir vaktleiðarin á løgreglustøðini í høvuðsstaðnum í morgun.

Nú er tó ikki nógv eftir av ólavsøkuveitsluni. Orsakað av heldur keðiliga veðrinum, eru fleiri helst farin fyrr heim enn ætlað verður sagt í morgun.

Løgreglan hevur eisini havt ymisk mál, men í mun til at tað er ólavsøku, so er ikki talan um so nógv mál, sigur vaktleiðarin við miðlarnar.

Nøkur ferðslumál vóru í gjárkvøldið, har fólk koyrdu ávirkað í serliga høvuðsstaðarøkinum. 

Neyðugt hevur verið hjá løgregluni at hjálpt fleiri fullum fólki upp og hjálp nøkrum heim eisini. Har hava samarittar og ambulansatænastan hjálpt ógvuliga væl til, staðfestir vaktleiðarin.

Løgreglan hevur eisini lagt ímillum eini fimm ferðir, tá ósemja hevur verið millum fólk í býnum og neyðugt hevur verið at skilt partarnar nakað sundur.

Tað verður eisini møguliga neyðugt at fylgja upp upp uppá eitt harðskapsmál. Ein persónur sigur seg verða slignan, men viðkomandi mintist ikki í smálutum. Løgreglan skal práta við persónin aftur í dag.

Rættað og dagført: 08.08


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder