2020-04-09 17:42
Kring heimin verða heilsustarvsfólk heiðrað á ymsan hátt. Fólk vísa sín stuðul til tey, ið arbeiða eyka hart í hesum døgum í lyklauppgávunum í stríðnum móti koronavirusinum. Millum annað bretar og danir hava sett eina løtu av til at fara út at klappa.
Í gjár sendu nakrir flogksiparar úr Roskilde eina serliga heilsan til heilsustarvsfólk, og "tey sum ansa eftir okkum".
Hetta skrivar Københavns Kommune á Facebook-síðu sínari, ið samstundis minnur á at vísa sín kærleika við at verða heima - "um tú skalt út, so halt frástøðu"
Flogskipararnir gjørdu eitt hjarta, ið var ein kilometur breitt.
Mynd: Andy Valencia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald